HEIM
24.03.2017

NSÍ 60 ár

24. mars 2017 fyllir Nes Sóknar Ítróttarfelag 60 ár, og verður í hesum sambandi hildin ein lítil samkoma - receptión - í hølunum hjá GOTT, Heiðavegur, Saltangará.

Á hesari samkomu fer felagið at bjóða ein hondbita og okkurt leskiligt at drekka. Onkur tala verður eisini og o.a.

NSÍ væntar at síggja nógvar limir, stuðlar og onnur til hetta tiltakið henda 60 ára føðingardagin hjá felagnum sum er frá kl. 17-19.

Saman standa vit sterk!