HEIM
23.09.2010

Norskur frálandaskipari: Góðar umstøður í Runavík

Norðmenn eru sera væl nøgdir við umstøðurnar og tænasturnar í Runavík.

Síðani seinast í juli mánað hevur serstaka supplyskipið Viking Lady verið partur av býarmyndini í Runavík. Skipið flytur alt tað góðs, sum verður brúkt umborð á boripallium West Phoenix, millum Runavíkina og pallin. Norski skiparin, Geir Ytreland, sum hevur verið í hesi vinnuni í góð 30 ár, er sera fegin um arbeiðsumstøðurnar í Runavík, har Atlantic Supply Base stendur fyri arbeiðinum at veita vørur og tænastur til pallin, sum í løtuni borar á landgrunninum.

–Eg skal viðganga, at eg varð sera skeptiskur, tá eg frætti, at vit skuldu til Føroya við okkara góða skipi, tí eg helt her bara vórðu steinbryggjur. Men nú vit hava brúkt havnina í Runavík og arbeitt saman við fólkinum her kann eg bara siga, at her eru sera góðar umstøður at arbeiða og fólkini her eru ófør.

Uppá fyrispurning hvussu hann heldur umstøðurnar eru á Skálafjørðinum eisini at hýsa eini framtíðar útgerðarstøð, sum kann veita vørur og tænastur til eina útbygging av møguligum oljufundum sigur norðmaðurin, at tá eru krøvini til eina slíka havn nógv størri. Tá verður neyðugt at finna eitt stað burtur frá bygdum øki, og har tað er stórt pláss til tangar og alla ta útgerð, sum ein útbygging krevur. Hann heldur tað vera eina góða kombinatión at hava ein oljubasa í nánd av eini skipasmiðju.

Rás2 hevur samrøðu við norska skiparan í temasending um Runavík og Skálafjørðin sum fiskivinnu- og frálandahavn hósdagin millum kl. 10 og 12. Jan Müller stendur fyri sendingini.

Kelda: www.portal.fo