HEIM
05.03.2009

Norrøna á Runavík í kvøld

Veðrið ávirkar aftur siglingina hjá Norrønu, sum ikki kemur á Havnini í kvøld, men á Runavík, har hon væntast klokkan 23.

Vegna veðurforsøgnina leggur Norrøna at í Runavík klokkan 23 í kvøld, siga tey á Smyril Line. Fráferðin verður skjótast gjørligt.

Ferðafólk við bili verða biðin um at møta til innskriving á keiini í Runavík í seinasta lagi klokkan 22. Tey ferðafólk, ið ikki hava bil, kunnu møta á Farstøðini í Havn, har ókeypis bussur koyrir til Runavíkar klokkan 21:30.

Kelda: Portalurin