HEIM
08.04.2013

Norðurlendsku bingjurnar latnar upp

Eini 300 skúlanæmingar og lærarar, umframt nøkur fólk aftrat møttu til tiltakið tá Bókasavnið við Løkin lat framsýningina Bingjuboð upp í fagrasta veðrið hósdagin.

Leiðarin á bókasavninum Svend Højgaard bjóðaði vælkomin. Síðani framførdu nakrir tónleikanæmingar við Ásbjørn Berthelsen á odda eitt trummutónleikaverk, sum hoyrdist um tað mesta av Skálafjørðinum. Borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Rasmus Magnussen segði síðani nøkur orð, og lat framsýningina upp.

Skúlanæmingar og onnur, sum vóru møtt, vóru hugtikin av hesi heldur ørvísi list. Vónandi fara nógv fólk at nýta høvið, at vitja framsýningina hesa komandi vikuna hon er opin.

Sum vit fyrr hava greitt frá í tíðindaskrivi, so er henda framsýning komin í lag í góðum samstarvi við Norðurlandahúsið í Føroyum. Í samband við 25 ára hátíðarhaldið hjá NAPA – Nordisk Institut í Grønlandi – í 2012, skuldu ung listafólk úr Grønlandi, Álandi, Íslandi, Finnlandi og Føroyum fylla hvør sína bingju at umboða sína list og sítt land. Ole Wich, listamaður hevur verið føroyska ábyrgdarfólkið og hevur hjálp føroysku ungdómunum í teirra arbeiði.

At júst bingjur blivu karmur um ungdómsverkætlanina er tí, at NAPA metir flutning og mentan vera lívsneyðug í útnorðri og í hesi verkætlan vera hugtøkini samantvinnað.

Hesar fimm bingjurnar hava seinasta hálva árið verið ferðandi framsýning í Norðurlondum. Tær hava verið í Nuuk, Helsinki og Álandi. Tær halda eftir vitjanina í Føroyum fram til Reykjavíkar og síðani aftur til Grønlands. Undan Páskum hava byngjurnar staðið í Havn. Og nú standa tær so við Bókasavnið við Løkin í Runavík.

Bæði vaksin og børn eru vælkomin. Og atgongd er ókeypis, sum vanligt er á bókasavninum. Og haraftrat bjóða vit ein drekkamunn.

Bingjurnar eru opnar soleiðis:

gerandisdagar klokkan 10 – 18
leygardagin 6. apríl klokkan 14 – 18
sunnudagin 7. apríl klokkan 14 – 18
Seinasti dagur at síggja bingjurnar er hósdagin 11. apríl klokkan 18.

Fleiri mydnir eru at síggja á heimasíðuni hjá Bókasavninum www.lokin.fo