HEIM
19.11.2013

Norðurlendskar filmsperlur í Løkshøll

Bókasavnið við Løkin hevur gjørt samstarvsavtalu við Løkshøll og Norðurlandahúsið í Føroyum, um at vísa teir norðurlendsku filmarnar, sum Filmsfelagið KLIPP hevur á skránni í Norðurlandahúsinum í vetur. Her er talan um serliga útvaldar nýggjari norðurlendskar filmsperlur.

Filmsfelagið KLIPP ynskir henda veturin at varpa ljós á tað besta av norðurlendskum filmi beint nú. Skráin verður sett saman av nýggjum, norðurlendskum spælifilmum, sum hava hugtikið í biografunum, fingið góð ummæli og vunnið bæði heimligar og altjóða virðislønir.

Nú er møguleiki at njóta bestu norðurlendsku filmsupplivingar á størstu føroysku løriftum í Høllini í Norðurlandahúsinum og í Løkshøll í Runavík.

Tann fyrsta filmin, sum Norðurlandahúsið vísti tann 9. oktober 2013, var svenski, svart/hvíti filmurin Dom over død man hjá Jan Troell. Hesin kemur tíverri ikki í Løkshøll. Men tað koma væntandi allir hinir, sum Filmsfelagið KLIPP hevur á skránni í vetur.

Annar filmurin, sum Norðurlandahúsið hevur víst, er nú ávegis til Runavíkar. Talan er um filmin Reinsan, sum byggir á sera væl umtóktu finsku skaldsøguna Puhdistus eftir Sofi Oksanen. Bókin er týdd til fleiri mál, har ímillum danskt við heitinum Renselse, og hevur hon verið sera nógv eftirspurd og lænd á føroysku bókasøvnunum.

Ynskja at styrkja samstarvið
Vit eru sera fegin um, at hava fingið avtalu við Norðurlandahúsið um hesar filmsvísingarnar, sigur Svend Højgaard, leiðari á Bókasavninum við Løkin. Fyrr í ár hava vit havt annað áhugavert samstarv, so sum tá framsýningin Bingjuboð vitjaði bókasavnið. Tá stóðu 5 stórar listprýddar bingjur úr ymiskum norðanlondum á parkeringsøkinum uttanfyri bókasavnið. Herfyri vitjaðu ein føroyskur og ein svenskur søguforteljari eisini á bókasavninum, og nógv fólk fingu íblástur. Ein stórur fyrimunur við at samstarva við Norðurlandahúsið er, at vit kunnu líta á, at tiltøk og upplivingar eru á høgum støði, leggur Svend aftrat.

Sif Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum sær eisini møguleikar í at samstarva við aðrar mentanarstovnar kring landið. Húsið eitur Norðurlandahúsið í Føroyum, og eigur tískil eisini at røkka til so nógvar føroyingar sum gjørligt. Ein háttur at náa hesum endamáli, er at gera samstørv við stovnar kring landið. Umstøðurnar við Løkin í Runavík eru sera góðar til nógv av tí virksemi, sum er í Norðurlandahúsinum, so tað er spennandi at síggja, hvussu vit kunnu menna hetta samstarvið.

REINSAN (Purge) í Løkshøll mikukvøldið 20. november klokkan 19.00
Fyrsti filmurin í hesum samstarvinum , sum verður vístur í Løkshøll, er Purge ella á føroyskum Reinsan. Filmurin byggir á kendu skaldsøguna Puhdistus eftir Sofi Oksanen.

Filmurin hevur finska talu og er tekstaður á enskum.

Søgan
Tvær kvinnur úr hvør sínum øki, eru liður í somu søgu um svik, vónloysi og ótta. Aliide hevur upplivað ræðuleikarnar frá Stalin tíðini og útlegdina frá Estonia til Sibiria, men hon hevur klárað seg gjøgnum skuldarkenslir av ráksnúni og sjálvt manndrápi. Einu náttina í 1992, finnur hon eina unga kvinnu í túninum heima við hús – tað er Zara, sum júst er flýdd úr klógvnum á russisku mafiuni, har hon hevur verið brúkt sum sex-trælur. Aliide og Zara fara undir villingarsomu útrokningina um illgruna og avdúkingar og draga allar aðrar orsøkir framm í ljósið. So smátt kemur teirra søga undan kavi, har hæddarpunktið var syndarligi familju sorgarleikur um kappingarstríð, girnd og tap.

Filmurin verður vístur í Løkshøll mikudagin 20. november klokkan 20.00.

Tað ber til at lesa og síggja meira á www.loksholl.fo og www.lokin.fo

EksternLeinkja1: http://www.lokin.fo