HEIM
07.05.2007

Norðlýsið: Eysturoyggin og Norðoyggjar hvør sín kommuna

John William Joensen - jwj@nordlysid.fo

Landsstýrismaðurin í Innlendsimálum sær Eysturoynna og norðoyggjar sum hvør sína kommunu

- Eg havi sæð brævið har borgarstjórarnir í Fuglafirði, Leirvík, Gøtu og Klaksvík mæltu til at teir kundu fara inn í eitt samstarv.
- Men brævið bleiv ikki tikið til eftirtektar hóast tað eisini var viðgjørt í løgtingsnevndunum, sum høvdu við málið at gera.
- Man metti, út frá teimum álitum, sum eru skrivaði í hesum málinum, at norðoyggjar var eitt natúrligt økið við Klaksvíkini sum miðdepli.
- Ein kommuna í norðoyggjum er passalig stødd soleiðis at kommunan kann yvirtaka tað sum ætlanin er at leggja út til kommunurnar.
Í tilmælinum er Eysturoyggin ein kommuna uttan Eiði og tað sum hoyrir til Sunda kommunu.
- Eg dugið at síggja at við Norðoyatunnilinum vera møguleikar at samstarva tvørtur um Leirvíksfjøð men í verkið hevur hetta samstarvið higartil verið sera avmarka.
- Høvdu borgarstjórarnir verið so altráðir eftir at samstarvað so hevði kanska meiri verið komið av skaftið, men nú fáa vit at síggja hvat framtíðin fer at bera.
- Sjálvandi ber tað til at broyta lógina – men eg trúgi ikki tað verður gjørt í nærmastu framtíð.

Kunnu ikki samstarva
Landsstýrismaðurin í Innlendismálum slær fast at lógin gevur ikki kommununum møguleika at hava formligt samstarv.
- Teir kunnu sjálvandi framvegis keypa tænastur frá hvørjum øðrum, men lógin er greið at kommunurnar kunnu ikki hava formligt samstarv tvørtur um Leirvíksfjørð.
- Eg haldið at lógin fer at stimbra samanleggingina av kommununum í Norðoyggjum.
- Tað er eingin ivi um at Norðoyggjar eigur at vera ein kommuna og Klaksvíkin er náttúrligur miðdepil.
- Tað verður óivað truplari at leggja Eysturoyggina saman tí har er Runavík í øðrum endanum og Fuglafjørður í hinum og tær hava hug til at draga hvør sín veg.

Samanleggin er framtíðin
Landsstýrismaðurin fegnast um samanleggingarnar.
- Rákið gongur tann vegin at politikarar og fólk hugsað meira og meira um samstarv og við størri kommunalum eindum fáa vit eisini sterkari kommunur sum fara at umsita meira.
- Sjálvt um eystursíðan av eysturoynni kom upp í Norðoyggjar so hevði hendan kommunan ikki staði sterkari móti miðstaðarøkinum.
- Til tað skullu heilt aðrir bollar í suppuna, men fyrst mugu vit fáa Norðoyggjar saman í eina kommunu.

nordlysid.fo - Mánadagur 7. mai 2007 - kl. 12:16