HEIM
27.04.2017

NORDISK NØJ – DET ER FOR BØRN

Fríggjadagin tann 28. apríl bjóðar bókasavnið við Løkin børnum á konsert og tónleikaverkstovu.

Innbjóðing er send til tey elstu børnini í barnagarði og dagrøkt, forskúlabørn og børn í fyrsta flokki í øllum bygdunum í Runavíkar kommunu. Samanlagt eru eini 175 børn boðin við. Haraftrat koma námsfrøðingar, lærarar og onnur starvsfólk. Børnini eru býtt í trý lið og møta tískil ymiskar tíðir. 

Heitið á tiltakinum er Nordisk Nøj – Det er for børn, og er hetta eitt tónleikaupplivilsi fyri børn, sum er á ferð í norðurlondum. Tað er danska sangarinnan Lone Werneblad og makkarin Peter Wemö, sum nú eisini vitja Føroyar og bókasavnið við Løkin. Tey fáa hjálp av føroyska tónleikaranum Bergur Fonsdal Johannesen av Skála. 

Konsertferðin er stuðlað av Nordisk Kulturfond, Kulturkontakt Nord og Den Ingwersenske Fond, umframt av teimum stovnum, sum tey vitja. Endamálið við ferðini er: At vise, at vi er mere ´Ens i Nord end vi tror´, sum tey málbera seg. 

Fyrsta sýning er klokkan 8.30 tá forskúlabørn og børn í 1. flokki í Glyvra skúla møta.

Onnur sýning er klokkan 10.30 tá forskúlabørn og børn í 1. flokki í Skála skúla og í Frískúlanum Kelduni møta.

Triðja sýning er klokkan 13.00 tá elstu børnini í barnagørðunum Á Mýrunum, Sellanum og Søljuhjarta møta. Børn úr Dagrøktini møta eisini, umframt at Oyndarfjarðar skúli er boðin við.