HEIM
22.10.2013

Nøkur fá fet aftrat til grand finalé í Løkshøll

Kl. 17, seinrapartin sunnudagin hin 27. oktober, verður Løkshøll karmur um eitt væntað brak av eini konsert hjá Kára Sverrissyni og bólkinum Bendum Spónum. Fyri 50 krónur ber til at uppliva mest róstu plátuna/fløguna, sum er komin á føroyska marknaðin í ár. Kræsni ummælarin Niels Uni Dam gav henni fyri kortum 6 av 6 stjørnum í Brunsj-sendingini í Útvarpinum.

Saman við Enekk brendi Kári rættiliga ígjøgnum ljóðmúrin við lagnum "Eru vit til?". Á Amnesty fløguni, sum kom á marknaðin fyri slakari fjórðingsøld síðani. Táið vit hoyra fyrstu strofuna: "Hoyrdi tú í nátt eitt skríggj", tá ivast ongin longur hvør ið sangarin er. Longu tá var stílurin sermerktur og egin.

Síðani tá hevur hann roynt hvørt av sínum í tónleika/mentanarliga rúminum. Givið bond, plátur og fløgur út í ymsum sjangrum. Sjálvur og saman við øðrum. Kreativiteturin hevur øll hesi árini flutt hann nøkur fá fet fram á leið, aftrat, altíð leitandi eftir nýggjum rásum í musiska universinum. Úr lastini á Høganesi fram til dygga verkið "Nøkur fá fet aftrat."

Skaldið Jóanes Nielsen eigur allar yrkingarnar á plátuni, sum Kári í størstan mun hevur gjørt løgini til. Hetta er eitt serføroyskt produkt á altjóða støði. Sunnudagin er hann oddvitin við fræga orkestrinum Bendar Spónir sum dyggum stuðlum. Heðin Ziska Davidsen, Jón McGavin, Kriss F. Dam Poulsen, Mattias Kapnas, Mikael Blak, Ólavur Jákupsson, Per Ingvaldur Højgaard Petersen og Unn Patursson.

Konsertin er útgávukonsertin á heimavølli. Grand finalan í Mentanarvikuni 2013 í Runavík. Byrjað verður stundisliga kl. 17. Tórbjørn Jacobsen bjóðar vælkomin og miðskeiðis í konsertini fer Jóanes Nielsen, ið verður mettur at vera frægasti lýrikarin føroyingar eiga í dag, at lesa upp nakrar yrkingar.

Atgongumerki verða seld umvegis Kunningarstovuna í Runavík www.loksholl.fo og við dyrnar.