HEIM
18.07.2016

Nógvur góður tónleikur á Laksatorginum 23 juli

Sum undanfarnu ár, er nógvur góður tónleikur at hoyra á Laksatorginum leygardagin 23 juli. Fyrsta tónleikanavnið á Laksatorginum eru Beinir og Rani, sum koma at syngja og spæla kl 11. Beiggjanir hava sungið og spælt saman síðani 2009, tá ið teir høvdu sína fyrstu framførslu. Báðir hava verið limir í Kulum Rótum, sum hava givið út eina rúgvu av kendum løgum. Eisini hava teir spælt í Óvita Blues Band, sum síðan 2010 hava spælt blues-løg hjá kendum útlendskum nøvnum.

Eisini kemur Stanley Samuelsen at syngja og spæla. Stanley er ein av okkara fremst og kendastu sangarum, sum vit eiga í Føroyum. Vit kenna øll sangirnir “um eg kundi kvøðið”, “sól og regn” og nógv onnur kend løg, sum Stanley syngur. Stanley kemur at framføra á Laksatorginum kl 11:30.

Barnatiltakið “kom við til spæliland” verður at hoyra á Laksatorginum kl 13. “Kom við til Spæliland” er samansett av eini bók við sangtekstum og nótum, eini sangfløgu, eini karaokifløgu og eini søgufløgu. Kom við til spæliland hevur klovnin Totti við sær, og saman fara tey við børninum at syngja, dansa og vísa, hvat tað er at fara ein túr í spennandi, mennandi og vakra spæliland.

Vit enda tónleikin á Laksatorginum við einum braki, tá eingin minni enn Hanus G Johansen kemur at syngja og spæla. Hanus er ein av okkara kendastu fólkatónleikarum, og hevur hann við sínum framúrskarandi løgum, til eins framúrskarandi yrkingarnar hjá Pól F, langt síðani brent seg fastan í føroysku fólkasálina. Hanus kemur at framføra á pallinum kl 14:30.