HEIM
08.07.2011

Nógv fólk vóru til Regatta á Skálafjørðinum í gjár

Nógv fólk høvdu leita sær oman á havnarlagi í gjár, tá Regattaseglskipini komu inná Skálafjørðin.
Nes Sóknar Musikkfelag spældi meðan seglskipini løgdu at bryggju, Torbjørn Jacobsen, havnarmeistarin var orðstýrari og bjóðaði øllum at verða vælkomin. Magnus Rasmussen, borgarstjóri helt eina røðu síðani spældi og sang Kári Sverrisson nakrar sangir. Eftir hetta kom samfelagsfrøðingurin klaksvík/toftamaðurin Jóannes Hansen at hugleiða og greiða frá um føroyar, Skálafjørðin og slupptíðina.
Um 19.30 tíðina var togtogan á skránni. Hetta var deilt upp í tvey umfør, summi vildu verða við at vinnandi skipsmanningin hevði ein heilt greiðan teknikk fyri at vinna togtoganina, men hvussu var og ikki so vann manningin á Jóhannu ein greiðan sigur, Jákup Lamhauge fyrrverandi borgarstjóri og havnarmeistari handaði manningini eitt steyp.
Skipsmanningarnar vístu stóran blíðskap tá fólkið byrjaði at leita sær umborð at hyggja og fregnast hvussu sá út á hesum gomlu seglskipunum og á teimum smærru bátunum sum vóru við í fylginum. Onnur leitaðu sær inn í tjaldi har keypast kundi okkurt til matna.
Seinni um kvøldið, aftaná dystin millum NSÍ og Fulham leitaðu enn fleiri fólk sær oman á bryggjuna har skipað var fyri " syngið við" sum má sigast at hava eydnast framúr væl tað vóru Sverri Justinussen, Ludvík við Stein, Jónsvein Knudsen og Eyðun Gaardbo sum skipaðu fyri syngið við.
Seinni var farið uppá gólv, við Petur Olivar í Hoyvík, sum skipaði dansin.

Runavíkar kommuna, Runavíkar havn og Kunningarstovan í Runavík takkar Føroysk Træskip fyri vitjanina.