HEIM
17.12.2013

Nes Sóknar Musikkfelag jólakonsert í annaðkvøld

Í annaðkvøld, mikukvøldið 18. desember kl. 20.00, hevur Nes Sóknar Musikkfelag sína árligu jólakonsert í Glyvra kirkju.

Hornorkestrið fer hesa ferð í stóran mun at framføra ensk jólaløg í hugnaligu kirkjuni. Talan er um kend vøkur løg eins og lættari jólatónleik.

Nes Sóknar Musikkfelag hevur seinastu tíðina spælt til hópin av jólatiltøkum í Eysturoy, og er annars í fyrirekingum til konsertferð til Bretlands komandi summar.

Nes Sóknar Musikkfelag er mannað við yngri og eldri tónleikarum, og er stjórnað av Kenneth Jones.