HEIM
29.05.2014

Navnakapping

Runavíkar Kommuna bjóðar til navnakapping í samband við verkætlanina at savna verandi ítróttarhøll og nýggju fimleikahøllina við Løkin.

Nýggja fimleikahøllin er bygd saman við verandi ítróttahøll, sum samstundis er longd og annars dagførd. Hallirnar eru tí bæði sjálvstøðugar og samstundis partur av einum størri samlaðum bygningi.

Samlaði bygningurin fevnir um virksemi hjá hesum feløgum: Fimleikafelagnum Støkk, Hondbóltsfelagnum Tjaldur, fótbóltsfelagnum NSÍ, bogaskjótifelagnum Ørvi, umframt øðrum feløgum, skúlum og dagstovnum.

Aftrat ítróttarvirksemi kunnu hølini nýtast til størri tiltøk, t.d. innan mentan ella vinnu.

Uppskot ynskjast til:
1) Navn á samlaða bygninginum
2) Navn á fimleikahøllini
3) Navn á ítróttarhøllini

Tað er ynskiligt, at samanhangur er millum nøvnini. Ein frágreiðing um uppskotini er vælkomin, men ongin treyt.

Ein dómsnevnd er mannað at viðgera innkomnu uppskotini og leggja tey fyri mentanarnevnd og býráð at taka støðu til.

Kr. 5.000 verða latnar sum vinningur til valda uppskotið.

Freistin at lata uppskot inn er fríggjadagin 13. juni kl. 12.00. Uppskotini skulu sendast við telduposti til runavik@runavik.fo - viðmerk "Navnakapping".