HEIM
27.06.2014

Navnakapping

Runavíkar Kommuna bjóðar til navnakapping í samband við verkætlanina at savna verandi ítróttarhøll og nýggju fimleikahøllina við Løkin.

Kappingin um navnið hevur áður verið boðið út, men ynskir kommunan eitt breiðari úrval at taka støðu til.

Nýggja fimleikahøllin er bygd saman við verandi ítróttahøll, sum samstundis er longd og annars dagførd. Hallirnar eru tí bæði sjálvstøðugar og samstundis partur av einum størri samlaðum bygningi.

Samlaði bygningurin fevnir um virksemi hjá hesum feløgum: Fimleikafelagnum Støkk, Hondbóltsfelagnum Tjaldur, fótbóltsfelagnum NSÍ, bogaskjótifelagnum Ørvi, umframt øðrum feløgum, skúlum og dagstovnum.

Aftrat ítróttarvirksemi kunnu hølini nýtast til størri tiltøk, t.d. innan mentan ella vinnu.

Uppskot ynskist til navn á samlaða bygninginum

Ein frágreiðing um uppskotið er vælkomin, men ongin treyt.

Ein dómsnevnd er mannað at viðgera innkomnu uppskotini og leggja tey fyri mentanarnevnd og býráð at taka støðu til.

Kr. 5.000 verða latnar sum vinningur til valda uppskotið.

Freistin at lata uppskot inn er mánadagin 7. juli kl. 12.00. Uppskotini skulu sendast við telduposti til runavik@runavik.fo - viðmerk "Navnakapping".

Uppskotini, sum longu eru komin inn, verða tikin við í dømingina, og nýtast tí ikki at verða send inn av nýggjum.