HEIM
24.06.2010

Navnakapping

Runavíkar komuna bjóðar til navnakapping til dagstovnarnar á Skála og í Søldarfirði.
Vit ynskja nøvn sum fella væl, og sum so væl sum møguligt hóska til virksemi á stovnunum.

Sendið navnauppskotið inn saman við frágreiðing um, hví tygum halda tygara navn vera hóskiligt, til dagstovnin, og merkið brævbjálvan "Navnakapping".

Navnið á luttakaranum skal ikki skrivast á sjálvt navnauppskotið ella frágreiðingina, men leggjast í ein annan afturlatnan brævbjálva, saman við uppskoti og frágreiðing.

Uppskotið skal latast inn innan mikudagin 30. juni kl. 12.00 til Runavíkar kommunu, Heiðavegur 26, Postsmoga 139, FO-600 Saltangará

Fyri hvønn stovnin verður latin virðisløn á kr. 1.500 fyri besta hugskotið.

Runavíkar kommuna tilskilar sær rættin ikki at nýta vinnandi uppskotið.