HEIM
03.07.2009

Náttúrubarnagarðurin Víkin

Útibarnagarðurin Víkin var settur á stovn 11. mars 2002. Vit liggja í náttúruríkum umhvørvi, nær fjøru, haga, á, vøtn og bø.
Vit halda til í kjallarnum í Missiónshúsinum í Æðuvík. Á stovninum er pláss fyri 22 børnum.
Av tí at vit eru sera tætt knýtt at okkara ótrúligu náttúru og brúka hana nógv í dagligdegnum, hava vit avgjørt, at broyta navn frá Útibarnagarðurin Víkin til Náttúrubarnagarðurin Víkin.