HEIM
18.10.2012

Náttúrubarnagarðurin Sóljuhjarta í barnaútvarpinum

Nú um dagarnar varpar barnaútvarpið ljós á náttúrubarnagarðin.

Í barnagarðinum er vanligt at skriva dagbøkur um tað, tey takast við, sum kunning til foreldrini, og verður ein av hesum dagbókunum viðgjørd við upplestri og samrøðum.

Samrøður eru m.a. við børn, sum hava gingið í náttúrubarnagarðinum Víkini í Æðuvík, og sum nú ganga í triðja flokki á Glyvrum. Eisini eru samrøður við leiðaran og tvey starvsfólk í Sóljuhjarta.