HEIM
06.04.2011

Náttarkirkjan á Glyvrum

Fríggjakvøldið 8. apríl kl. 21 letur NÁTTARKIRKJAN upp dyrnar í Glyvra kirkju. Náttarkirkjan, ið er ein øðrvísi og eksperimenterandi kirkja, vendir sær til ungdómin, men øll áhugaði eru vælkomin. Tað verður sangur, tónleikur, andakt, bønargonga og altargangur. Høvi verður eisini at tendra ljós í serstaku ljóskolbuni. Ein náttcafe verður í forkirkjuni.