HEIM
10.12.2010

Náttarkirkja í Glyvra kirkju

Í kvøld, Fríggjakvøld 10. des. kl. 21 letur NÁTTARKIRKJAN upp dyrnar í Glyvra kirkju. Náttarkirkjan, ið er ein øðrvísi og eksperimenterandi kirkja, vendir sær til ungdómin, men øll áhugaði eru vælkomin. Á skránni verður lovsangur, tónleikur, sangur við ungdómskórinum á Glyvrum, jólatræ og jólahjørtu, andakt, glowsticks, altargangur og náttcafe.