HEIM
21.02.2014

NASER KHADER – DREYMAR HJÁ EINUM KULTURKRISTNUM MUSLIMI

"Í islams húsi, har eg vaks upp, er stórur tørvur á ábótum. Rútarnir eru í knúsi, og veggirnir mangla tapet. Hóast tað regnar og blæsir inn, lata øll sum um alt er í fínasta lagi. Hinumegin gøtuna liggur kristna húsið, har tað er turt og heitt, og onkur vaskar gólvið, tá neyðugt er." Soleiðis sigur Naser Khader, ið vaks upp sum ortodoksur muslimur í Sýria, men flutti 11 ára gamal við familjuni til Danmarkar. Síðani hevur hann vitjað 20 av 22 arabiskum londum og sær stóran mun á teimum. Sýriski danin hevur stóra virðing fyri tí kristna Gudi, ið ikki revsar ivasamar sálir. Sýriski danin hevur seint í lívinum lisið teologi og sær ómetaliga nógv gott í eini samfelagsskipan, sum byggir á kristin virðir og lívsáskoðan. Khader eftirlíkaði ynski frá sjey 7 gamla soni sínum um at lata seg doypa og kallar seg í dag ein "kulturkristnan muslim".

Fyrilestur: Løkshøll fríggjakvøldið 21. februar kl. 19.30

Kostnaður: kr. 190,00

Atgongumerki kunnu keypast á www.loksholl.fo ella á Kunningarstovuni

EksternLeinkja1: http://www.loksholl.fo