HEIM
02.10.2019

Námsfrøðingur/varaleiðari til Frítíðarskúlan við Stórá í Rituvík

Søkt verður eftir námsfrøðingi/varaleiðara til Frítíðarskúlan við Stórá at byrja so skjótt tilber.

Frítíðarskúlin liggur í Rituvík og er stovnur undir Runavíkar kommunu. Á stovninum ganga uml. 100 frítíðarskúlabørn.

• Starvið er 30 tímar um vikuna
• arbeiðstíðin er skiftandi ímillum kl 09.00 - 17.00, og tá skúlin hevur frí ímillum kl 7.30-17.00
• Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala
Arbeiðsgevarafelagið, á lønarstigi 11-22, + 2 lønarstig
• Um eingin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv

Vit ynskja at umsøkjarin:
• Er áhugaður í og førur fyri at taka leiðsluábyrgd á seg eftir tørvi
• Er áhugaður at arbeiða við børnum í aldrinum 6 - 9 ár
• Er íðin, nærlagdur og álítandi
• Hevur góð samstarvsevni
• Hevur umsorgan og virðing fyri børnunum og vaksnum
• Dugur at skipa fyri fjøltáttaðum, mennandi, og kveikjandi upplivingum og spennandi avbjóðandi tilboðum til hendan barnabólk í einum tryggum og góðum umhvørvi.

Umsóknir og umsóknarfreist
Søk starvið á netinum innan 11.10.2019

Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Jákup Foldbo, trivnaðarleiðara á 237045