HEIM
11.12.2012

Næmingakonsertir í Nes Sóknar Musikkskúla

Týskvøldið 11. desember hevur Nes Sóknar Musikkskúli tvær næmingakonsertir í Løkshøll.
Tann fyrra er klokkan 19:00, har næmingarnir hjá Moniku Stauss Joensen, Ann Kristin D. Hansen (Anki), Odduri Hentze og Nikolaos Kapnas spæla.
Tann seinna konsertin er beint aftaná - klokkan uml. 20:00. Tá spæla næmingarnir hjá Tóra Restorff Jacobsen, Herluf Lützen og Heðini Kambsdal.
Øll eru vælkomin á konsert. Tað kostar einki at koma inn.

Mikudagin klokkan 17:00 hevur Nes Sóknar Musikkskúli aftur konsert. Hesaferð í bókasavninum við Løkin.
Tað eru næmingarnir hjá Katju Volovelskaja og Ken Jones, ið fara at spæla.
Øll eru eisini vælkomin á hesa konsertina. Ókeypis atgongd.