HEIM
17.05.2013

Næmingakonsertir í Nes Sóknar Musikkskúla

Tvær konsertir týskvøldið
Týskvøldið 21. mai hevur Nes Sóknar Musikkskúli næmingakonsert í Løkshøll.
Konsetin byrjar kl. 19:30, har næmingarnir hjá Tóra Restorff Jacobsen, Ann Kristin D. Hansen (Anki), Herluf Lützen, Nikolaos Kapnas, Odduri Hentze, Moniku Stauss Joensen og Heðini Kambsdal spæla.

Øll eru vælkomin á konsert. Tað kostar einki at koma inn.
Eisini ein konsert mikudagin

Mikudagin klokkan 17:00 hevur Nes Sóknar Musikkskúli aftur konsert. Hesaferð í bókasavninum við Løkin.
Tað eru næmingarnir hjá Katju Volovelskaja og Ken Jones, ið fara at spæla.

Øll eru eisini vælkomin á hesa konsertina. Ókeypis atgongd.