HEIM
25.05.2012

Næmingakonsertir hjá Nes Sóknar Musikksúla

Næmingakonsertirnar hjá Nes Sóknar Musikksúla verða týskvøldið 29. Mai og mikukvøldið 30. Mai í Løkshøll í Runavík.
Týskvøldið verða tvær konsertir. Tann fyrra er klokkan 18:00, har næmingarnir hjá Bjarka Meitil, Jeffri Jørgensen og Nikolaos Kapnas spæla. Á seinnu konsertini, sum er klokkan 19:00, spæla næmingarnir hjá Ann-Kristin D. Hansen, Odduri Hentze, Moniku S. Joensen og Tóra R. Jacobsen.
Mikukvøldið klokkan 19:00 verður aftur konsert í Løkshøll. Tá spæla næmiongarnir hjá Kenneth Jones, Herluf Lutzen og Heðini Kambsdal.
Fólk eru vælkomin á allar tríggjar konsertirnar, ið eru ókeypis.