Næmingakonsertir hjá Nes Sóknar Musikkskúla
Nú fer skúlaárið innan musikkskúlan at halla av álvara. Í hesum sambandi hevur musikkakúlin eins og undanfarin ár nakrar stuttar konsertir – tvær í hesi vikuni og eina í næstu viku.
Týskvøldið 27. mai klokkan 19:00 verður næmingakonsert í skúlanum á Glyvrum. Á hesi konsertini spæla violinnæmingar hjá Moniku Stauss Joensen, guitarnæmingar hjá Hans Paula Tórgarð og klavernæmingar hjá John Mortensen og Anju Hansen.
Mikukvøldið 28. mai klokkan 19:00 verður næmingakonsertin í býráðshøllini í Runavík. Hetta kvøldið spæla hornnæmingar hjá Kenneth Jones, tvørfloytunæmingar hjá Katju Volovelskaja og klavernæmingar hjá Jórun Hansen.
Mikukvøldið 4. juni klokkan 19:00 verður aftur næmingakonsert í býráðshøllini í Runavík. Hesa konsertina eiga violinnæmingar hjá Claire Thomsen, cellonæmingar hjá Tóra Restorff Jacobsen, klavernæmingar hjá Heðini Kambsdal og klarinettnæmingar hjá Odduri Hentze.