HEIM
25.02.2010

Myndlist í Glyvra Kirkju

Sunnukvøldið 28. feb. kl. 20 letur Oggi Lamhauge, listamaður, upp framsýningina "Skuggaljós" í Glyvra kirkju við 9 útskornum relief myndum og eini innseting.
Oggi Lamhauge fer at greiða frá síni myndlist. Hann fer eisini at siga nøkur orð um altartalvuna í Hattarvíkar kirkju, ið er høvuðsverk hansara. Kvinnukór Glyvra kirkju fer at seta dám á løtuna. Ein kaffimuður verður eisini at fáa.