HEIM
09.05.2012

Musikkstevnan 5. mai 2012 í Løkshøll, Runavík.

Eitt dism av einum ævigum ljómi var í Løkshøll í dag. Eitt ævinleikaboð av magn og anda- eitt run í sjónum við seiðalygnum, sum komu upp úr tí bláa dýpinum og vendu sær í seinrapartsljósinum um flúrar og sker í kornettum, eskornettum, flügelhornum, althornum , bariton, euphonium, trekkbasunum, Bb- og esbassum. Eitt dandandi ljóð, sum gjørdi hesa løtu til eina ljómandi ljóðmynd sunnast úr Føroyum til okkara norðastu landoddar. Hetta var ein góð musisk løta, sum seint verður gloymd.
Okkara land er ríkt, og ríkast gerst tað, tá ið ung taka ljóðføri og penslar í hond og mála løturnar í ljóði og við penslastrokum. Tá er sálin í dýrdleika tengd at upprunaljóði og upprunaskapi. Svá var hendan løtan. Eg skilji væl, at tey ungu røkka longri, enn vit gjørdu, tá ið vit vóru ung..... út um landoddarnar í tónlist og myndlist. Tey eru óspilt av dogmatiskum hugburðið, og Føroya Musikkskúli veitir teimum ein dyggan stuðul at dríva á, og er hann ein góð lunnbót til dáðfýsnan musikalskan førleika.
Heildarmyndin av hesi konsert var ein mynd í tónlistini av reinum fraseringum, so væl bólkarnir talaðu sínámillum, so reint tað var, og solistarnir førdu seg fram á ein yndisligan hátt, uttan háva og reyp, stillfør........ men ljómin áttu tey, ja, tey áttu urljóðið í síni sál, og mangur mundi tára, tá ið tey í lyndrandi ljómi komu av innastu rondum sálarinnar til ytstu tromir í tónlistini. Ja, hetta var ein fagnaðarløta av teimum góðu og viðhvomu.
Jákup Mortensen var tónleikavertur. Hann er gamal hornblásari og setti sín serliga dám á hesa fagnaðarløtu og lat hugan nema við Eiler Rasmussen , sum nú stóð undir børu. Øll í høllini reistu seg upp og mintust hendan fræga tónleikara í tøgn eina skamma stund. Hetta var bæði kenslusamt, tignaðarligt og menniskjansligt. Takk fái Jákup fyri tað. Tríggir blásarar vóru nevndir, sum høvdu verið við frá fyrsta degi av, tá ið orkestrini vórðu stovnað. Hesir vóru: Torleif Hansen, Jónsvein Mikkelsen og Alex Sóstein.
Magnus Rasmussen, borgarstjóri, setti stevnuna við vælvaldum orðum. Hann legði dent á tann týdning sum sangurin, tónleikurin hevur í fólkaskúlanum og í musikkskúlanum. Hetta segði hann greitt, natúrligt og við sínum egna hóvsama lyndi, sum merkir skyldmannin..
Hornorkestrini hava altstóran týdning fyri bygd og bý. Tey spæla á jólum, grækarismessu, 1. mai , á bygdastevnunum og umframt tað, so hava tey eisini sínar egnu konsertir. Ja, hesi fólk, ið sýndu sítt kynstur í dag, liggja ikki á tí latu síðuni. Nei, tey tøða og taða dag og dagliga , har tey eru. Tað eru fá orkestur, ella hópar, sum lata av sínum goymslum til fjøldina, sum hesi gera.
Fyri at taka saman um so kunnu vit siga, at gongdin aftur og fram í tónamyndunum stóð sína roynd -lítið og einki fall av, reint og sera ljóst og lívrunnið. Ja, tað var mangt og mikið, sum kundi verið drigið í ljósmála av hesi stásiligu konsert t. d. 60 tónleikarar spældu við í GHM, og var hetta harmoniorkestur sett við einari rúgvu av ungum fólkum. Ja, væl varð spælt, tá ið Angelica Nielsen spældi solo á fiólina lagið úr filminum Schindlers´s list og Jens Knudsen, orkesturleiðari, næstan fór á flog í sínum festbúnaði, og var hetta sum ein viti yvir hesi 47 árini, ið Musikkstevnan hevur á baki. Øll orkestrini høvdu hendan dámin av fyllingum í musiskum anda í út og innsúði, og spegilsmyndin var so mikið góð, at ilt varð at siga, hvat orkestur spældi best, og hevði tann vakrasta ljómin, men einn sonn uppliving var hetta.
Eitt, sum var hugaligt at bíta merki í, vóru tónleikarar, ið ferðaðust millum orkestrini og spældu hvør hjá øðrum.
Her liggur nógv arbeiði aftanfyri. Tað er løgið t.d. at loftmiðlarnir ikki gera meira burtur úr hesum tiltaki. Ungum fólkum - og sjálvandi eldri við - dámar væl horntónleik og klassiskan tónleik. Hendan fjøldin av fólki í okkara umhvørvi, sum eg havi nevnt, er sera virkin! Ja, her er nógv at fara eftir hjá miðlunum. Grør um gangandi fót, men svultin, ella svultur, er sitandi kráka.
Frits Johannesen