HEIM
01.05.2012

Musikkstevnan 2012 verður í Løkshøll 4.-5. mai

Fríggjadagin 4. og leygardagin 5. mai verður árliga Musikkstevnan fyriskipað í Løkshøll í Runavík. Talan er um 47. árligu musikkstevnuna, sum hevur verið fyriskipað á hvørjum ári síðani 1966. Í ár er Nes Sóknar Musikkfelag, sum fyllir 50 ár í ár, vertur fyri stevnuni.

Á musikkstevnuni koma blásiorkestur kring landið saman at spæla fyri hvørjum øðrum og almenninginum. Innan blásiorkesturtónleik er musikkstevnan ársins hæddarpunkt, sum orkestrini venja miðvíst til í fleiri mánaðir.

Fríggjadagin 4. mai, Dýra Biðudag, kl. 15, verður konsert við 13 ungdómsblásiorkestrum úr øllum landinum. Og leygardagin kl. 15 fara tey 8 "vaksnu" orkestrini, 7 hornorkestur og eitt harmoniorkestur, at hava konsert.

Væntað verður, at nógv fólk leggja leiðina framvið Løkshøll hesar dagarnar fyri at hoyra fjølbroytta úrvalið av blásitónleiki frá orkestrum úr øllum Føroyum.