HEIM
30.05.2016

MUSIKKSKÚLAKONSERTIR HJÁ NES SÓKNAR MUSIKKSKÚLA

LØKSHØLL MÁNAKVØLDIÐ 30. MAI OG TÝSKVØLDIÐ 31. MAI - BÆÐI KVØLDINI KLOKKAN 19.00

Á hvørjum ári hevur Nes Sóknar Musikkskúli sínar seinnu næmingakonsertir seinnapartin í mai mánað. Hesa ferð vera tær mánakvøldið 30. mai og týskvøldið 31. mai í Løkshøll klokkan 19.00.

Næmingarnir eru so nógvir í tali, at ikki ber til at sleppa øllum framat at spæla eitt kvøld. Tí verður býtt sundur, soleiðis at næmingarnir hjá summum lærarum spæla mánakvøldið og hjá øðrum týskvøldið.

Sum altíð, so eru konsertirnar ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Umframt hesar báðar høvuðskonsertirnar verður skipað fyri smærri konsertum onkrar aðrar dagar, har summir lærarar hava skúlastovukonsertir við teimum næmingum, sum kanska ikki eru komnir so langt á leið. Hvør einstakur lærari boðar foreldrunum frá hesum tiltøkum.