HEIM
24.05.2011

Musikkskúlakonsert hjá Nes Sóknar Musikkskúla

Nes Sóknar Musikkskúli hevur sína fyrru musikkskúlakonsert í býráðshøllini í Runavík týskvøldið 24. mai klokkan 19:00 – stundisliga.

Á hesi konsertini fara næmingarnir hjá Claire Thomsen (violin), Moniku Stauss-Joensen (violin) og Katju Volovelskaja (tvørfloyta) at spæla. Nakrir næmingar hjá Ann-Kristin D. Hansen (klaver) sleppa eisini framat.