HEIM
19.05.2015

Musikkskúlakonsert hjá Nes Sóknar Musikkskúla

Konsertdagurin hjá Nes Sóknar Musikkskúla verður týskvøldið 19. mai í skúlanum við Løkin.

Høvuðskonsertin, har vit royna at vísa breiddina í okkara musikkskúla, verður í Løkshøll týskvøldið 19. mai klokkan 19:00 stundisliga. Her er meiningin, at áhoyrararnir skulu hava høvi at hoyra øll instrumentsløgini, sum undirvíst verður í í okkara musikkskúla. Musikskkúlalærararnir hava fingið avmálda tíð í part hetta kvøldið, so syrgt verður fyri, at konsertin ikki verður stórt meir enn ein tíma.

Allir næmingarnir í musikkskúlanum fáa ikki pláss at sleppa framat í Løkshøll hetta kvøldið, og tí verður longu klokkan 18:00 skipað fyri konsertum á bókasavninum við Løkin og møguliga onkra aðrastaðni á skúlanum. 

Vónandi fer tað at liggja fyri hjá nógvum fólki at støkka inn á gólvið - til gleði fyri øll tey, ið spæla. Tað kostar einki at koma inn - einki atgongugjald.

Ein kaffimunnur og ein kakubiti verða at fáa aftan á høvuðskonsertina. Til ber eisini hjá fólki at fáa orðið á ymsu musikksúlalærararnar og musikkskúlaleiðaran.