HEIM
21.10.2014

Mumi á mentanarviku í Runavík

Filmar, framsýning, teknikapping og ljóðbøkur um tí kendu finsku veruna Mumi, kunnu upplivast á Bókasavninum við Løkin og í Løkshøll á mentanarvikuni Skýming í Runavík í hesum døgum. Mumi-tiltøkini eru í sambandi við 100 ára haldið fyri finska rithøvundanum Tove Jansson, og eru sett upp í samstarvi við Norðurlandahúsið og List- og dramabreytina í Runavíkar skúla.

Í dag, týsdag klokkan 16.00 til 17.00 vera Mumi-filmar við føroyskari talu vístir í Løkshøll. Eisini mikudagin, hósdagin og sunnudagin klokkan 16.00 verða Mumi-filmar vístir. Tað er ókeypis atgongd allar dagarnar.

Hvønn dag frá klokkan 13.00 til 18.00 ber til at uppliva Mumi-landið á bókasavninum. Har er framsýning av Mumi-bókum, sum eru týddar til føroyskt. Eitt tekniborð er sett upp, har til ber at lita Mumi-figurar og luttaka í teknikapping. Frá Norðurlandahúsinum hevur bókasavnið lænt ljóðbøkur við Mumisøgum, soleiðis at børnini kunnu seta ein Mumihatt við innbygdum hátalarum á høvdið, og hoyra eina stutta Mumisøgu. List- og dramabreytin hevur gjørt stórar Mumi-figurar, og málað eina stóra plátu við Mumifamiljuni, har nøkur høvd vænta. Í hesi holini kunnu børnini stinga høvdið ígjøgnum, og verða avmyndað saman við Mumifamiljuni.

Tá foreldur og børn hava hugnað sær við Mumi eina løtu, kunnu tey vaksnu við góðari samvitsku njóta málningaframsýningina á bókasavninum. Tað eru fýra listafólk, sum sýna fram. Eisini ber til at keypa sær ein drekkamunn á tí hugnaligu bókasavnskaféini, sum er serliga innrættað til mentanarvikuna, og letur upp ein tíma undan øllum tiltøkum í Løkshøll.

Mumi vónar at síggja nógv børn við Løkin á mentanarvikuni Skýming 2014.

EksternLeinkja1: http://www.lokin.fo