HEIM
23.08.2016

Móttøka í Sóljuhjarta

Fyrst í februar mánaða skrivaðu Runavíkar kommuna og byggifelagið Búsetur undir sáttmála um at gera stovnin Sóljuhjarta lidnan. Í raðfestingini var bara onnur helvtin av húsinum innrættað, táið hann varð bygdur, men seinasta heyst bleiv hann raðfestur aftur, og 5 mílliónir krónur vórðu settar av á fíggjarætlanini 2016, soleiðis, at til bar at gera bygningin lidnan. Í gjár var arbeiðið liðugt, og skipað var fyri móttøku í Søldarfirði, nú nýinnrættaði parturin av bygninginum varð tikin í brúk. Kára Løkin er leiðari á Sóljuhjarta.