HEIM
06.06.2018

Móttøka í nýggju hølunum hjá Visit Runavík 8. juni

Um ársskiftið yvirtók Runavíkar kommuna Kunningarstovuna í Runavík og Visit Runavík varð sett á stovn við tí høvuðsendamáli at menna og birta upp undir ferðavinnu sum vinnu, skapa mentanarligar upplivingar í økinum og veita góða tænastu.

Visit Runavík hevur nú fimm mánaðir á baki og hava tey, hesar seinastu mánaðirnar, gjørt seg út til summarið, sum av álvara kann sigast at vera komið. Í mai fluttu tey inn í nýggj høli á Heiðavegi 13, har sum Tryggingarfelagið húsaðist. Í hesum sambandi verður bjóðað til almenna móttøku frá kl. 15.00 – 17.00 fríggjadagin 8. juni, har høvi verður at síggja snotiligu hølini og heilsa uppá okkum. Sjálvsagt verður eisini okkurt leskiligt til góman.

Í Visit Runavík vóna tey, at fleiri fólk leggja leiðina framvið.