HEIM
19.08.2016

Móttøka í Náttúrubarnagarðinum Sóljuhjarta

Í samband við at nýggju barnagarðs- og vøggustovurnar í Náttúrubarnagarðinum Sóljuhjarta eru tikinar í brúk, verður skipað fyri almennari móttøku mánadagin 22. august kl. 16.00 – 18.00, har øll eru hjartaliga vælkomin.

Fyrsti helmingurin av Náttúrubarnagarðurin Sóljuhjarta í Søldarfirði varð tikin í brúk í 2010, við tveimum barnagarðsstovum. Nú seinni helmingurin er liðugt inrættaður og tikin í brúk við tveimum stovum afturat og stórum felagshølum er pláss fyri 72 børnum á stovninum.

Við hesi útbyggingini, umframt og vøggustovuni í Søldarfjarðar skúla tryggjar Náttúrbarnagarðurin Sóljuhjarta, at kommunala barnaansingin kann veita tilboð til økta barnatalið í kommununi.

 Tað er Búsetur sum hevur verið høvuðsarbeiðstakari fyri byggingini av stovninum.