HEIM
07.02.2017

Móttøka fyri EM-rógvarum mikukvøldið

Mikukvøldið 8. februar kl. 19.00 skipar Kappróðrarfelagið NSÍ fyri móttøku í neystinum fyri rógvarunum, sum tóku lut í EM-kappingini í inniróðri í París seinasta vikuskifti.

Inga Weihe, Kem Weihe og Elsa Magnussen úr Kappróðrarfelagnum NSÍ vóru við í kappingini og stóðu seg væl.

Inga Weihe gjørdist nummar eitt á 500 metrum í bólkinum “Kvinnur tungvekt opin bólkur”, meðan Elsa Magnussen bæði vann á 500 og 2.000 metrum í bólkinum “Kvínnur tungvekt 30-39 ár”.