HEIM
10.03.2008

Mótakvøld í Sjókaféini

Mótakvøld í Sjókaféini

Hóskvøldið 13. mars kl. 19.30 hava handlarnir í Handilsmiðdeplinum í Runavík mótasýning í Sjókaféini við bátahylin í Runavík.

Handlarnir fara at vísa vármótan hjá børnum, kvinnum og monnum. Litirnir á klæðunum eru sera frískir, m.a. gult, grønt og lilla verður nógv at síggja í vár.

Tað, ið sermerkir nýggja klædnamótan, er at alt er loyvt og ikki er neyðugt at
klæðini hóska saman í sniði og litum.

Mótasýningin byrjar kl. 19.30. Tiltakið er ókeypis og til ber at keypa sær kaffi við
onkrun góðum afturvið.

Øll eru vælkomin til eitt hugnaligt kvøld í Handilsmiðdeplinum í Runavík