HEIM
10.06.2008

Møgulig spor eftir Norsku Løvu

Mynd: Kavararnir Agnar Josephsen, Janus Joensen og Magnus Rasmussen, umborð á kavarabátinum, Miriam.

Vikublaðið t. 10 juni:
Leingi hevur verið leitað eftir vrakinum av Norsku Løvu, ið sakk á Lambavík nýggjársaftan í 1707. Einstakar søguligar keldur eru, ið greiða frá hendingini á Lambavík t.d. tingbøkurnar.

Seinastu tíðina hava fleiri stovnar og fólk, ið hava áhuga fyri vrakinum tikið seg saman at samla vitan um hendingina á einum stað. Tað var soleiðis, at samband varð fingið við Faroe Dive. Spurt varð um Faroe Dive kundi skipa fyri eini leiting á botni, har sannlíkt var at finna vraklutir.

Endamálið við kavingini var sostatt einans, at staðfesta um vraklutir vóru at finna ella ikki. Leita varð eisini á landi eftir møguligum sporum eftir hendingina í 1707.
Avgjørt var at kava 27. og 28.mai.

Í leitingini varð komið fram á steinar úr granitti. Hetta steinslag er ikki føroykst, og má tí verða komið til oyggjarnar onkursvegna.

Fornfrøðingur frá Føroya Fornminnissavni, ið var á staðnum 28.mai nevndi, at hetta steinslag var vanliga nýtt sum barlast umborð á skipum uml. ár 1700. Sostatt er stórur møguleiki fyri, at steinarnir eru komnir inn á Lambavík umborð á Norsku Løvu.

Ætlanir eru gjørdar um, í samstarvið við avvarandi mynduleikar, at gera eina nágreiniliga kanning og leiting á havbotninum í økinum talan er um.