HEIM
05.12.2012

Mismæltur útvarpsmaður – ikki Runavíkar-, men Eysturkommuna

Í tíðindasendingini á miðdegi 4. des. las útvarpsmaðurin Ingi Samuelsen skeivt, tá hann segði:
...Størsta afturgongdin hevur verið í Runavíkar kommunu. Í Runavíkar kommunu eru 1,6 milliónir krónur færri komnar í kassan í ár...

Røttu tíðindini eru, at vøkstur upp á 3,2 mió var í Runavíkar kommunu, meðan umtalaða minkingin er í Eysturkommunu.

Tíðindastubbin kann
...lesast her: http://www.kringvarp.fo/Archive_Articles/2012/12/04/allar-kommunur-i-suduroy-meiri-i-skatti

...og hoyrast her:
http://www2.kringvarp.fo/netvarp
(vel tíðindini 4. des. kl 12.20 og spola fram til 8.55 - 9.15 . frá byrjan)