HEIM
18.08.2010

Minnisløta um Gamla skúla í Rituvík

Mikukvøldið, kl. 18, hin 18. august, verður ein minnisløta um Gamla skúla í Rituvík.

Skráin fevnir um sang, avdúking av minnisplátu, røður og drekkamunn.

Eitt stórt telt er uppsett, ið rúmar nógvum fólki.

Nevndin vónar at nógv møta upp, soleiðis at tey kunnu minnast farnar dagar, skúlatíðina í Gamla Skúla – og annars hugna sær, práta, skemta osfr.