HEIM
11.04.2007

Minningarhald fyri teir sum fórust við Immanuel.

Í hesum døgum eru 75 ár liðin síðan tann stóra sorgarleikin, tá vágssluppirnar Laura og Immanuel gingu burtur, og 19 menn við hvørjum av skipunum ikki komu heim aftur.

Manningin á Immanuel var fyrst og fremst úr Søldarfirði og bygdunum har á leiðini.

Í hesum sambandi verður skipað fyri minningarhaldi í Søldarfirði leygardagin 14.apríl.

Byrjað verður kl. 18 við minnisvarðan í bygdini, sum varð reistur, tá 50 ár vóru liðin síðan hesa vanlukku.

Her kemur borgarstjórin Hans Jacob Lamhauge at bjóða vælkomin. Tað verður eisini sangur, og sonur ein teirra, sum fórst við Immanuel, fer at leggja krans og at biðja eina bøn.

Síðan verður farið í skúlan í Søldarfirði, har tað verður borðhald.

Her fara Óli Jacobsen, Dávur Jacobsen, Maria Jacobsen og Sámal Petur í Grund at greiða frá og hugleiða um hesa tíðina hjá føroyskum fiskimonnum, tá fleiri hundrað gingu burtur eftir fáum árum. Serliga verður hetta gjørt við atlit til Immanuel og bygdina Søldarfjørð, sum varð so hart rakt.

Hetta er eitt tíðarskeið, sum við líknandi vanlukkum hevur rakt nógv onnur, og er tískil talan um ein lagnufelagsskap hjá øllum føroyingum.

Øll eru vælkomin til minningar- og borðhaldið leygarkvøldið.