HEIM
30.01.2018

Mia Rodmundardóttir í starv á Kunningarstovuni

Mia Rodmundardóttir er í dag byrja í starvi á Kunningarstovuni. Mánadagin 21. januar samtykti fíggjarnevndin í Runavíkar kommunu, at Mia skal taka við eftir Almu Poulsen.

Mia leggur í løtuni síðstu hond á útbúgvingina hjá sær á CBS í Danmark. Harafturat hevur hon millum annað royndir innan bókhald og skrivstovu.

Runavíkar kommuna ynskir Miu til lukku við starvinum, og takkar samstundis Almu Poulsen fyri gott arbeiði seinastu árini.