HEIM
12.11.2010

Metstór undirtøka á Faroexpo 2010

Faroexpo 2010 er nú fari framvið. Vinnustevnan var sera væl eydnað og undirtøkan størri enn undanfarin ár. Umleið 160 fólk luttóku á partenariatum í ítróttarhøllini í Runavík, og 300 fólk luttóku á ráðstevnuni, sum varð hildin í Løkshøll.

Í mun til 53 luttakandi fyritøkur í 2009, luttóku 72 fyritøkur og stovnar á partenariatinum í ár, 50 føroyskar og 22 útlendskar. Tær útlendsku fyritøkurnar vóru úr Danmark, Norra, Íslandi og Romenia. Luttakandi fyritøkurnar vóru sum heild sera vælnøgdir við luttøkuna. Eftirmetingar verða gjørdar fyri hvørja einstaka fyritøku.

Fyritøkan VRG, sum hevur staðið fyri samskipanini av vinnustevnuni øll seks árini, kann nú boða frá, at arbeiðið við at leggja til rættis Faroexpo 2011 er fari í gongd. Komandi ár verður Faroexpo eftir ætlan hildið í viku 43, frá 24. – 27. oktober.

Sí myndir frá Faroexpo her!