HEIM
14.03.2016

Metnógv tiltøk og javnt útlán

Bókasavnið við Løkin hevur í 2015 lagt seg eftir at fyriskipa fjølbroytt og afturvendandi tiltøk í samstarvi við áhugaðar partar. Og serliga hevur dentur verið lagdur á at menna tilboð, sum onnur ikki bjóða, og sum ikki er í økinum frammanundan. Alt hetta í tráð við endamálið hjá bókasavninum, sum er at fremja upplýsing, lærdóm og mentanarligt virksemi.

Tey afturvendandi tiltøkini, sum bókasavnið serliga hevur lagt dent á í 2015, eru lesiringur í samstarvi við bókasavnið í Nes kommunu og fjarlestur í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya, skeið í forritan fyri børn og ung í samstarvi við Kvøld-og Ungdómsskúlan í Runavíkar kommunu, summartónar í samstarvi við Felagið føroysk tónaskøld, mentanarvikan í samstarvi við Løkshøll og Virkisráðgeving og eldratiltøk í samstarvi við Dagtilhaldið í Runavíkar kommunu. Í desembur var eisini avtala gjørd um samstarv við Reyða Kross Føroyar og kvinnur á Skálafjørðinum, um at fara undir integratiónstiltakið ein altjóða bindiklubbi.

Bókaútlánið til almenningin var nøkunlunda javnt í mun til árið frammanundan. Men harafturímóti læntu skúlanæmingar í skúlanum við Løkin færri bøkur enn árið frammanundan. Lækkingin kemst serliga av broyttum undirvísingarkrøvum og -ætlanum.

Samanumtikið eru vit væl nøgd við 2015. Vit ætla at halda fast við tey afturvendandi tiltøkini og styrkja hesi samstørv. Tað er eisini átrokandi at finna ein lagaligan leist, so at bókasavnsrúmið betri kann nøkta tørvin hjá skúlanum, Løkshøll og fólkabókasavninum – og hjá teim tíggjutals málbólkum, sum hesir stovnar venda sær til. Hetta hevur hægstu raðfesting í 2016.

Ársfrágreiðingar og yvirlit yvir tiltøk farin ár kunnu lesast á heimasíðuni hjá bókasavninum á www.lokin.fo.