HEIM
15.07.2017

Mentarnartiltakið Laksa- og Sølutorg í Runavík

Árliga Laksa- og Sølutorgið verður í Runavík leygardagin 22. juli kl. 10-16, har høvi verður hjá øllum vitjandi at fáa eina ókeypis smakkiroynd av leskiliga laksinum frá Bakkafrost.

Eins og undanfarin ár er nógv spennandi á skránni, bæði til børn og vaksin.
Byrjað verður kl. 10 við loppumarknaði, leikamarknaði, sølu av bundnum vørum, gávulutum, ymiskum fiski, kaffi- og vafflusølu, suppu o.s.v.
Harumframt verður skipað fyri listaframsýning, ponyríðing og anlitsmáling.

Skráin fevnir víða
Kristina Bærendsen, Kári Sverrisson, Beinir og Rani, fyri at nevna nøkur, sum verða á Laksatorginum
Gestabólkur úr Spania, sum kallast Involukrados kemur at seta dám á við sínum lívliga, glaða og siðbundna latínamerikanska tónleiki.

Um middagsleitið stíga “Fívlar” á pallin. Tiltakið er merkt av jazz tónleiki og stuttligari frásøgu.

Í nøkur ár hevur verið skipað fyri eini fiskauppboðssølu í samband við Laksa- og Sølutorgið. Hetta er, sum verða man, ein uppboðssøla, har uppboðssøluhaldarin byrjar við eini upphædd, og síðani hækkar upphæddin, sum marknaðurin er fyri.

Í Býráðssalinum hava Bessi Bjarnason og dótturin Sóley Wen framsýning.
Bessi fer at sýna fram umleið 20 málningar, málaðir við akryl. Sóley Wen sýnir fram uml. 25 tekningar. Bessi hevur havt nakrar framsýningar í Íslandi og í Føroyum, men hetta er fyrsta framsýningin hjá Sóley Wen.
Sýningin í býráðssalinum verður opin frá kl.10.00 til 19.00 í tíðarskeiðnum 18.-25. juli.

Fimleikakynstur í leysari luft
Fimleikafelagið Støkk við sínum uml. 600 limum tveitir nakrar av sínum ídnastu amboðsfimleikarum út á gøtuna at gera fimleik. Tey fara at gera fimleik á trampolin og á tí, ið kallað verður airtrack. Talan er um avbjóðandi fimleik, har íðkararnir væntandi leypa um bilar o.a. Tí lýsir heitið fimleikakynstur í leystari luft væl tað, ið kann upplivast á Laksa- og Sølutorginum.

Tiltakið ber brá av, at ítróttur, kommunan, handilslívið, vinnan og áhugabólkar standa saman um at menna, fjálga og bjóða tað fram, sum eyðkennir økið. Øll árini hevur tað verið Kunningarstovan í Runavík, sum hevur samskipað tiltakið.

Laksa- og Sølutorgið, sum er 22. juli frá 10-16, er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Nærri kunning á okkara facebooksíðu Laksatorgið ella HER