HEIM
19.10.2015

Mentanarvikan Skýming

Í gjár bleiv Mentanarvikan Skýming sett við fullari Løkshøll. Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands setti Mentanarvikuna og aftaná vóru nógv pennandi innsløg við Nes Sóknar Musikfelag, Taekwondo framførslu, Elinborg Pálsdóttir og barnakórinum av Strondum.

Aftaná setanina lótu málningaframsýningar upp og Roysni skipaði fyri gongu- og rennitúri, har eisini fitt av fólki luttóku.

Ver vælkomin til fleiri spennandi tiltøk í Runavíkar kommunu alla vikuna.

Sí skránna niðanfyri.