HEIM
24.10.2011

Mentanarvikan í Runavíka kommunu sett

Seinnapartin sunnudagin varð Mentanarvikan sett í Løkshøll og vóru uml. 200 fólk til tiltakið, har nógv ymiskt spennandi var á skránni.

Magnus Rasmussen, borgarstjóri, leiddi setanina, meðan Jógvan Fríðrikson, bispur, setti vikuna við hugfarsligari røðu.

Aftaná vóru framførslur við sangi, dansi og tónleiki.

Sum partur av setanini varð skipað fyri einum gongutúri frá Løkshøll runt Toftavatn í erva, har eini 30 fólk luttóku.

Áðrenn farið var til gongu, býtti Nósi endurskin út til gongufólkið, og
øll børnini fingu eina ballón.

Møguleiki var eisini at keypa sær ein drekkamunn og okkurt gott afturvið í café’ini í Løkshøll.