HEIM
15.07.2008

Mentanarvikan í Runavík

Árliga Mentanarvikan í Runavík verður aftur í ár hildin í oktober mánaða. Vikan byrjar sunnudagin 19. oktober og endar sunnudagin 26. oktober.

Hetta er fjórða árið á rað at Mentanarvikan verður hildin, og sigast má, at vikan hevur eydnast sera væl øll árini. Nógv spennandi hevur verið á skránni hvørt ár, og hópin av fólki hava leitað sær til býin. Hetta er eisini

vikan, har listarfólk úr Runavíkar kommunu fáa høvi at vísa fram teirra dugnaskap og vinna sær nýggjan íblástur, bæði frá føroyskum og útlenskum listarfólki, ið luttaka í Mentanarvikuni og vitja staðið hesa vikuna.

Mentanarvikan í Runavík bjóðar uppá listaframsýningar, tónleikatiltøk, føroyskan dans, barnatiltøk, fyrilestrar, gongutúrar, ítrótt og mangt annað. Undirhald og mentan fyri øll.

Í somu viku verður altjóða vinnustevnan, ið hevur heitið Faroexpo 2008, hildin í Runavík. Faroexpo verður hildin í døgunum 20. - 23. oktober.

Talan er um eina undirhaldandi og spennandi viku hjá bæði almenninginum og hjá teimum fyritøkum, ið luttaka á vinnustevnuni. Ein rættur blandingur av mentanarligum undirhaldi og fakligum innihaldi. Tað er fyritøkan Virkisráðgeving í Saltangará, sum samskipar Faroexpo og Mentanarvikuna.

Áhugaði eru vælkomin at venda sær til fyrireikararnar, um tey ynskja at luttaka í Mentanarvikuni á ein ella annan hátt