HEIM
08.09.2017

Mentanarvikan í Runavík verður 22. – 29. apríl 2018

Mentanarvikan í Runavík, sum 12 tey seinastu árini hevur verið um heystið, verður flutt til at vera um várið.

Mentanarvikan í Runavík, sum var ein tann fyrsta av sínum slag í Føroyum, varð upprunaliga fyriskipað sum eitt ískoyti til vinnustevnuni FaroExpo í Runavík og hevði tí sum staðseting nærumhvørvið kring FaroExpo. FaroExpo verður í framtíðini fyriskipað annaðhvørt ár, og er tað gylt høvi at endurskoða mentanarvikuna.

Á býráðsfundi í Oyndarfirði 31. august samtykti býráðið at taka undir við tilmælinum frá mentanarnevndini at flyta mentanarvikuna frá seinast í oktober til seinast í apríl mánaða.

Næsta mentanarvikan í Runavíkar kommunu verður sostatt fyriskipað í døgunum 22.-29. apríl 2018. Kunningarstovan í Runavík kemur at samskipa Mentanarvikuna, og fer í hesum sambandi at endurskoða skránni, m.a. soleiðis at Mentanarvikan kanska gerst meiri sjónlig í ymsu bygdunum í kommununi.

Í hesum sambandi heitir Kunningarstovan í Runavík, sum fyriskipar mentanarvikuna, á listafólk, mentafólk, skúlaflokkar, fyritøkur, handlar og borgarar annars at koma við einum íkasti til Mentanarvikuna. Hugsað verður um ymiskt mentanarligt undirhald, t.d. tónleikatiltøk, framsýningar, skeið, workshops, fyrilestrar og sølu av heimagjørdum vørum.

Ein av fyrimununum við at leggja eitt tiltak í Mentanarvikuna er, at møguleiki er at marknaðarføra sítt tiltak ókeypis í tí tilfari, ið verður framleitt í sambandi við Mentanarvikuna. Umframt at stuðla við marknaðarføring, hjálpir Kunningarstovan eisini við at finna hóskandi høli til tiltakið.

Tey, ið eru áhugaði at koma við í skránna fyri Mentanarvikuna 2018 við einum tiltaki, eru vælkomin at seta teg í samband við Kunningarstovuna í Runavík, í seinasta lagið 15. januar 2018.

Nærri kunning um Mentanarvikuna 2018 verður at finna á www.runavik.fo