HEIM
08.10.2010

Mentanarvikan í Runavík sett við rørslu

Í Løkshøll sunnudagin 24. oktober kl. 15.00

Kom við til hátíðarligur setanina av Mentanarvikuni í Runavík sunnudagin 24. oktober kl. 15, sum fer at fevna um tónleik, skemt og rørslu. Umframt setanina verður sum undanfarna ár eisini skipað fyri heilsurenning.
Magnus Rasmussen, borgarstjóri, fer at leiða setanina, og Hilmar Jan Hansen fer at seta Mentanarvikuna 2010. Hornorkestrið fer sum altíð at seta sín dám á løtuna.
Teinarnir, sum kunnu rennast/gangast eru:
Løkshøll – Ellisheimið – Rúnarvegur/Leitisvegur – Dalavegur – Heiðavegur – Løkshøll 4,7 km
Løkshøll – Gerðisvegur – Posthúsbrekkan – Heiðavegur – Løkshøll 2,5 km.
Áðrenn farið verður, fer Nósi at býta endurskin út til luttakararnar. Tá komið verður aftur, fáa øll vatnfløskur frá BankNordik.
KOMIÐ øll við, ung sum gomul....