HEIM
14.09.2007

Mentanarvika í Runavík 28. okt. – 4. nov.

Árliga Mentanarvikan í Runavíkar kommunu verður nú aftur á skránni. Vikan byrjar sunnudagin 28. oktober og endar sunnudagin 4. november.

Býurin bjóðar uppá listaframsýningar, tónleikatiltøk, føroyskan dans, barnatiltøk, fyrilestrar, gongutúrar, ítrótt og mangt annað. Undirhald og mentan fyri øll.

Í somu viku verður aljóða vinnustevnan, ið hevur heitið Faroexpo 2007, hildin í Runavík. Tað er fyritøkan Virkisráðgeving í Saltangará, sum samskipar vinnustevnuna. Faroexpo verður hildin í døgunum 29. oktober til 4. november 2007.

Talan er um eina undirhaldandi og spennandi viku hjá bæði almenninginum og hjá teimum fyritøkum, ið luttaka á vinnustevnuni. Ein rættur blandingur av mentanarligum undirhaldi og fakligum innihaldi.

Áhugaði eru vælkomin at venda sær til Kunningarstovuna í Runavík, um tey ynskja at luttaka í Mentanarvikuni á ein ella annan hátt. Freistin at koma við í skránna, sum verður lýst seinni, er týsdagin 9. oktober.